Kongafiskur til Kanada

Enniberg og Ljósafelli hava verið á kongafiskaveiðu og fiskiskapurin hevur ikki verið so galin. Nú avskipa teir fiskin til kanadiska marknaðin við Sierra Lara, sum liggur við bryggju á Sundi

Tvey skip lógu við bryggjuna á Sundi um vikuskiftið.

Uttaná Sierra Laru lá Enniberg og uppskipaði kongafisk til kanadiska marknaðin.

Mortan Johannesen, reiðari á Ennibergi sigur, at Sierra Lara hevði tikið 430 tons frá Ljósafelli og hevði eisini tikið fisk frá einum russa á redini.

? Nú passaði tað so væl, at Enniberg kom heim við 240 tonsum, so nú fingu vit avskipað alt í einum.

Mortan Johannesen letur væl at fiskiskapinum.

? Enniberg hevur verið úti í tríggjar vikur, so tað er ikki so galið.

Prísurin á kongafiski er á eini góðari leið í løtuni, umleið 12 krónur í meðal, so úrtøkan er ikki so galin

Hetta eru fyrstu kongafiskatúrarnir hjá Ljósafelli og Enniberg.