Real Madrid tapti fyri fyrstu ferð í ár landskappingardyst. Real Madrid spældi ímóti Sevilla, og tað endaði við, at Sevilla vann dystin 2-1. Og tað var uppiborið, tí málmaðurin hjá Real Madrid vísti satt stórspæl í dystinum. Real Madrid spældi uttan superstjørnuna Cristiano Ronaldo, og hann varð saknaður. Nú er Barcelona einsamalt á odda í sponsku landskappingini – trý stig frammanfyri Real Madrid og Sevilla.