Í Ítróttar Sosialurin sum kemur út í dag, er samrøða við Kaj Leo í Bartalsstovu, sum fyrr í ár púra óvæntað skifti til rumenska stórfelagið Dinamo Bukarest.
Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER
Kaj Leo í Bartalssovu fortelur nú opið um lívið í Bukarest sum yrkisspælari, illsinta sinnalagið og trúnna upp á eitt lív sum yrkisfótbóltsspælari.
Dysturin hesa vikuna er grannauppgerðin millum B36 og AB, sum fekk eina óvæntaða vend, tá Róaldur Jakobsen fekk beinleiðis reytt kort. Vit hava tosað við mannin.
Eisini er samrøða við Sannu Djurhuus, sum leygardagin gjørdist fyrsti kvinnuligi føroyameistarin í judo til Kontrast FM.
Í hondbóltinum verður hugt nærri at FM stríðnum hjá serliga monnum, har Kyndil enn hevur ein lítlan møguleika at røkka finaluplássini.
Somuleiðis verður tosað við Magnus Tausen, sum er formaður í flogbóltssambandinum, um EM undankappingina, har tvey føroyska ungdómslandslið hava luttikið í kapping.