Konfirmantar í 1904

Myndin er av konfirmantunum, sum blivu fermdir í Havnar kirkju tann 2. oktober 1904

Vit kunnu bert navngeva 5 av persónunum. Teir eru: Aftasta røð uttast t.v.:
Hans Jacob Jacobsen (Hans Jakke í Smæruni). Í triðju røð f.v.: nr. 3) Samuel Peter Samuelsen, Fuglafjørður. Nr. 5) Knud Sofus Lambaa, Havn og nr. 6) Poul Titus Samuelsen, Kirkjubøur. Og í fremsta rað f.v.: Gentan sum situr sum nr. 3 er Rosa Johannesen (gift Dal-Christiansen).

À myndini eru 13 dreingir og 10 gentur. 14 dreingir og 11 gentur blivu fermd, sostatt
vanta tveir konfirmantar á myndini.

Teir konfirmantarnir sum ikki eru navngivnir eru: Hans Martin Napoleon Hansen
(Nólsoy), Daniel Johannes Danielsen (Hestur), Johannes Sofus Thomsen (Havn),
Edvard Ove Hansen (Havn), Georg Vilhelm Eglund (Havn), Sofus Emil Jacobsen
(Havn), Niels Peter Alberg Holm (Nólsoy), Thomas Sigurd Niclasen (Havn),
Mikkel Hansen (Nólsoy), Peter Sofus Johannesen (Havn), Jensine Sofie Elisabeth
Nybo (Hvítanes), Elsebeth Pouline Sofie Danielsen (Hvítanes), Juline Andrea
Vilhelmine Frederikke Niclasen (Velbastaður), Maria Jacobine Poulsen (Nólsoy),
Maren Anna Jacobsen (Nólsoy), Anna Sofie Jensen (Havn), Anna Sofie Rubeksen
(Havn), Oluffa V. Fritza Hansen (Havn), Inger Juliane Marie Joensen (Havn)
og Isabella Cathrine Susanne Nicodemussen (Havn).

Vónandi eru tað lesararar, sum kunnu hjálpa okkum við at fáa øll nøvnini
uppá pláss. Vinarliga ringið til Birgar Johannessen á tlf. 314647 ella 214647.

PS! Hendan myndin er rættuliga illa farin. Er tað nakar, sum eigur eina betri
mynd?