Tað var eitt ramaskrígg millum havnarborgarar, tá Kondittaríið brádliga lat aftur fyri sløkum trimum mánaðum síðan. Hugnaliga kaffistovan á horninum í hjartanum á Havn lat aftur 29.mars, og ein livandi partur av býarmyndini følnaði.
Tær seks kvinnurnar, sum síðan miðskeiðis í 90-unum hava rikið Kondittaríið løgdu árarnar inn, og síðan hevur vælvitjaða staðið verið afturlatið. Síðani 1925 hava havnaborgarar kunnað fingið sær ein kaffimunn og morgunbreyð ella vælsmakkandi lagkøku á Kondittaríinum á Káta Horninum, og tí er staðið blivið til eina sanna býarmynd.
Nýggjur leigari funnin
Sambært eigaranum av Kondittarínum, Heina Restorff, so kunnu havnarborgarar fegnast um, at bara tað síðsta vantar í til, at nýggjur leigari verður kunngjørdur.
? Tað er líka víð, at alt er komið uppá pláss. Vit hyggja líka sáttmálin ígjøgnum, og gera neyðugu broytingar, sigur Heini Restorff.
Sum skilst; hava einir tríggir leigarar verið í myndini, men eftir er bert ein teirra. Tá vit spyrja Heina ítøkiligt, hvør nýggi leigarin verður, ber hann seg undan at svara, og sigur, at væntandi verður nýggi leigarin á Kondittarínum kunngjørdur fyrst í komandi viku.
Helst í nýggjum líki
Síðan kondittaríið lat aftur, hoyrist, at stamgestirnir á Kondittarínum hava hildið sínar morgunfundir í Norðurlandahúsinum, men eftir øllum at døma verður møguleiki hjá teimum, um ikki ov langa tíð at leita sær oman í miðbýðin aftur. Um tað verður sama góða gamla Kondittaríið, havnarborgararnir venda aftur til, tykist lítíð sannlíkt. Sum skilst so ætlar nýggi leigarin at fremja nakrar broytingar við staðnum.
? Tíðin er farin frá bert at selja kaffi og rundstykkir, tí tað skal meir til um virksemi skal bera seg, og tí vænti eg nakrar broytingar, sigur Heini Restorff.
Hann sigur seg vóna, at kaffistova verður um dagin, so Kondittaríið fær gomlu gestirnar aftur, meðan helst verður annað virksemi um kvøldarnar, greiðir Heini Restorff frá.
Hvussu verður og ikki, so mugu havnarborgarar fyri fyrst sláa seg til tols við, at Kondittaríð fer at lata uppaftur, men í hvørjum líki, tað er óvist.










