Kona og dóttir Gaddafi rýmdar

Trygdarkeldur í Tunesia upplýsa í kvøld fyri Reuters, at kona Muammar Gaddafi og dóttir teirra eru farnar úr Libya, og at tær eru komnar til Tunesia. Sambært keldunum komu konan Safia og dóttirin Aisha til Tunesia fyri fleiri døgum síðani saman við einari libyskari sendinevnd. Arabiska sjónvarpið Al-Jazeera sigur, at tær báðar eru á einari flóttafólkastøð á tunesisku oynni Djerba.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at tíðindastovurnar bera tílík tíðindi. Í februar ljóðaði, at Aisha Gaddafi var í einum libyskum flogfari, sum fekk forboð fyri at seta seg á Malta, og sum tí fór aftur til Libya.

Aisha Gaddafi er 34 ára gomul og útbúgvin løgfrøðingur.