Kona norska milliardingin, Tom Hagen, Anne-Elisaheth Flakevik Hagen, hevur verið horvin í 74 dagar. Løgreglan hevur í loyndum kannað fólkarán. Loysigjald verður kravt í kryptovaluta.
Ein norsk kvinna, sum er gift við einum av ríkastu monnum í Noreg, hevur verið burtur í tíggju vikur, og settar fram eru álvarsamar hóttanir og krav um loysigjald í kryptovaluta. Tað skrivar Aftenposten.
Løgreglan hevur kanna málið í loyndum, skrivar blaðið.
Kvinnan skal vera vorðin burturflutt úr heimi sínum í Lørenskog.
68 ára gamla Anne-Elisabeth Falkevik Hagen hevur verið horvin í 74 dagar, skrivar Aftenposten. Hon er gift Tom Hgen, sum er nummar 172 á listanum hjá Kaiptal yvir ríkastu fólk í Noreg. Ognir hansara verða mettar at vera verdar 1,3 milliardir krónur.
Pengarnar hevur hann forvunnið fyrst og fremst við ognum og sølu av streymi.
Norsk løgregla hevur boðað frá tíðindafundi í morgun klokkan 10 okkara tíð um fólkaránið.
Sambært Aftenposten hevur tað verið avmarkað við samskiftið við persónar »í hinum endanum«, sum hevur verið í talgildum formi.
Norska løgreglan sigur, at málið er eindømi í landinum. Tað hevur ongantíð fyrr verið sett krav um loysigjald útgoldið í kryptovaluta.
Kriminaltøkningar hava brútk fleiri hundrað tímar í heiminum hjá hjúnunum fyri at leita eftir próvtilfari og dna-sporum.
Tom Hagen hevur ynskt ikki at viðmerkja málið fyrr enn á tíðindafundinum í dag.
/ritzau/










