Sjónleikarin Gene Hackman varð heiðraður á ársins Oscar-virðislønum. - Mynd: Chris Pizzello/Ritzau Scanpix

Kona Gene Hackman doyði helst eina viku áðrenn hann

Gene Hackman og kona hansara vórðu funnin deyð í februar. Alzheimers var ein orsøk til deyða hansara.

Sjónleikarin Gene Hackman varð heiðraður á ársins Oscar-virðislønum. - Mynd: Chris Pizzello/Ritzau Scanpix

Amerikanski sjónleikarin Gene Hackman doyði av hjarta- og æðrasjúku. Harumframt var Alzheimers ein stuðlandi orsøk til deyða hansara.

Tað upplýsti rættarlæknin Heather Jarrell á tíðindafundi fríggjadagin, skrivar BBC.

Gene Hackman og kona hansara, klaverleikarin Betsy Arakawa, vórðu funnin deyð 26. februar, saman við einum av teirra hundum.

Læknin gjørdi líkskoðan á Arakawa dagin eftir. Út frá hesum verður hildið, at deyðsorsøkin hjá Arakawa var hantavirus.

Tað smittar frá djórum til menniskju, men kann ikki smittast frá persóni til persón, greiddi Jarrell frá á tíðindafundinum, sambært BBC.

Sannlíkt er, at Arakawa doyði 11. februar, sigur Jarrell.

Harumframt er "rímiligt at koma til ta niðurstøðu", at Hackman doyði 18. februar.

Hjúnini vórðu funnin deyð í hvør sínum kømrum í húsinum hjá teimum.

- Tað er væl møguligt, at hann ikki varnaðist, at hon var deyð, segði Heather Jarrell á tíðindafundinum, sambært Reuters.

Hon sigur eisini, at ein skanning av heilanum hjá Hackman vísti framkomna Alzheimersjúku og kroniskt høgt blóðtrýst.

Harumframt vóru álvarsligar hjartasjúkur og tekin um fleiri hjartatilburðir funnin.

Hjartakvikilin (pacemaker) hjá Gene Hackman steðgaði við at skráseta hjartavirksemi umleið 18. februar. Tí er tað sambært læknanum rímiligt at halda, at tað var um hetta mundið, at hann doyði.

Sjónleikarin hevur búð í Santa Fe í New Mexico síðani 1980-árini.

Gene Hackman var 95 ára gamal, meðan Betsy Arakawa var 64 ára gomul.

Hackman hevur vunnið tvær Oscarvirðislønir á síni yrkisleið. Ein fyri sín leiklut í "The french connection" frá 1971 og ein fyri sín leiklut í "Teir miskunnarleysu" í 1992.

Umframt tær báðar Oscar-virðislønirnar vann hann eisini eina røð av øðrum virðislønum á síni yrkisleið.

Veruliga gjøgnumbrotið hjá Hackman kom í 1967, tá hann spældi í filmstillagingini av søguni um kendu kriminellu duoina "Bonnie and Clyde". Hann varð enntá tilnevndur til Oscar fyri sína lýsing av beiggja Clyde.

Aðrir kendir leiklutir eru leikluturin sum FBI-agentur í "Mississippi burning" frá 1988 ella luttøka hansara í "Enemy of the State" frá 1998.

Deyðaorsøkin hjá hundinum er framvegis ikki greitt, varð kunngjørt á tíðindafundinum.

 

/Ritzau/

 

Sjónleikarin Gene Hackman varð heiðraður á ársins Oscar-virðislønum. - Mynd: Chris Pizzello/Ritzau Scanpix