Uttanríkisráðið í Algeria váttaði seinnapartin, at kona Muammar Gaddafi, Sofia, er komin til Algeria saman við trimum børnum og fleiri ommubørnum.
-Sofia, dótturin Aisha og synirnir Hannibal og Mohammed fóru til Algeria í morgun saman við børnunum, stendur í fráboðanini hjá algeriska uttanríkisráðið, sum leggur afturat, at tað hevur kunnað ST um og leiðsluna hjá libysku uppreistrarmonnunum um gestirnar. Uttanríkisráðið sigur ikki eitt orð um Muammar Gaddafi sjálvan.
Leiðslan hjá uppreistrarmonnunum í Libya krevur nú, at Algeria skal útflýggja konu Gaddafi og fylgi hennara.