Komu upp á Trøllkonufingur

Beint eftir midnátt komu Absalon Eysturoy og tríggir nýsælendskir klintrarar upp á toppin á Trøllkonufingri

Klokkan 12 minuttir yvir midnátt eydnaðist teimum fýra klintrarunum á Trøllkonufingri at koma upp á toppin, og harvið er tað fyri aðru ferð eydnast at koma heilt upp – hesaferð tó eftir eini munandi torførari leið, enn fyrru ferð, sum var í 2012.

Ta ferðina vóru tað Absalon Eysturoy, Herman Eysturoy, Aksel Poulsen og Bjarti Lamhauge, ið megnaðu at taka seg upp á toppin á Trøllkonufingri, og harvið rukku teir endamálinum, ið júst var at koma heilt upp.


Hesaferð var málið at taka eina munandi torførari leið og samstundis leggja eina vakra linju allan vegin upp á toppin, ið aðrir klintrarar eisini kunnu brúka seinni.


Absalon Eysturoy var aftur við hesaferð, umframt nýsælendsku klintrararnir Jack Grindsted, Dave McKinney og Jason Blair, ið allir hava drúgvar royndir at klintra – ikki minst, tá umstøðurnar eru trupular og avbjóðingin stór.


Hesaferð máttu tríggjar royndir gerast, áðrenn tað eydnaðist at fáa gongd á klintringina. Teir fóru á land undir Trøllkonufingri mikumorgunin, og soleiðis hava teir klintra so hugagóðir upp eftir Trøllkonufingri, meðan vit onnur hava hildið ólavsøku.