Komu í tveimum

Føroyska ferðalagið kom til flogvøllin í Brest í tveimum – størsti parturin beinleiðis úr Føroyum, men úr Keypmannahavn komu fimm aðrir mans: Jónans Þór Næs, Christian Lamhauge Holst, Bogi Løkin, Atli Danielsen og Bartal Eliasen. Hinir 17 umframt starvsfólkini kring hópin, fjølmiðlarnir og eini 15 áskoðarar komu við leiguflogfarið hjá Atlantsflog.