Tað er ikki yvir at dylja, at tað hevur leikað hart á, nú samgongan hevur arbeitt við eini nýggjari fiskivinnuskipan. Serliga í Klaksvík eru tað summmi, sum hava følt seg órættvíst viðfarin, og sum halda, at nýggja fiskivinnunýskipanin gongur teimum ov nær.
Og hóast tað nú eru nakrir dagar síðani, at fiskivinnunýskipanin varð samtykt, er tað eitt stórmál, sum framvegis liggur djúpt í fólki. Og í nátt vórðu tveir mans í Klaksvík so óðir inn á hvønn annan um fiskivinnunýskipanina, at løgreglan mátti upp í at skilja teir sundur aftur.
Í nátt mátti løgreglan í Klaksvík nevniliga til verka, tí boðað var frá ófriði í býnum. Tað vóru tveir mans, sum vóru komnir til ilnar um nýggju fiskivinnuskipanina, sum Løgtingið samtykti fyrr í vikuni.
Og tað leikaði so hart á tá ið teir skeldaðust, at boð vórðu send eftir løgregluni. Løgreglan kom á staðið og fekk skilt partarnar sundir aftur, og sent teir í hvør sína ætt, sum løgreglan orðar seg. Menninir, sum vóru rættiliga fullir, kunnu tó væntar sær eina bót fyri at bróta politiviðtøkurnar, so teir fáa nakrar hundrað krónur í bót.
Annars sigur Løgreglan, at tað hevur verið nógv fólk í býnum í nátt, men tað hevur verið rættiliga friðarligt









