Komu illa fyri í haganum

Ein maður og ein kvinna fóru á glið í brattlendi

Beint fyri klokkan 17 í dag fekk alarmsentralurin fráboðan frá eini kvinnu um, at hon og ein maður vóru farin á glið í brattlendinum oman móti Ambadali í Norðureysturoy. 

 

Løgreglan sigur, at tey fylgdust tá óhappið hendi. Hon steðgaði í fallinum, meðan maðurin gleið longur oman ígjøgnum brekkuna.

 

Sjúkrabilur, politi og tyrla varð beinanvegin send á staðið og ein staðkendur røktingarmaður frá Gjógv fór beinanvegin til gongu at leita.

 

Klokkan17.50 boðaði røktingarmaðurin frá, at hann hevði samband við neyðstøddu fólkini og tey vóru nú ávegis til gongu móti Gjáar bygd, har sjúkrabilurin koyrdi tey á Landssjúkrahúsið.

 

Maðurin, ið er 57 ára gamal og kvinnan, ið er 46 ár, sluppu væl frá hendingini og høvdu bert fingið smávegis snuddir, sigur løgreglan.