TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði beinleiðis á Rás2 við fýramálsskjúttan hjá Neistanum, Teis Horn Rasmussen aftaná Teis hevði verið við til at tapt 20-32 (13-15) ímóti H71 í Hoyvíkshøllini í dysti í bólki 1 í Faxe Kondi steypakappingini.
- Vit eru væl við í fyrra hálvleiki, men tað virkaði, sum vit enn sótu í umklæðingarrúminum, og ikki møttu til seinna hálvleik, staðfestir ein sjálvkritiskur Teis Horn Rasmussen.
- Strikuspælararnir hjá okkum gjørdu tað væl í fyrra hálvleiki, og vit vóru nógv betri skipaðir í fyrra hálvleiki. Tað hendir bara ov ofta, at vit fella í seinna hálvleiki, greiðir Teis Horn Rasmussen frá.
- Vit mangla menn, sum taka ábyrgd, sigur Teis, og suffar tungan. Hann hevur tó ikki mist vónina um, at Neistin kann vinna seg víðari. Hann staðfestir, at H712 skal ikki undirmetast, og dysturin ímóti KÍF í Kollafirði verður ein 50/50 dystur.
Teis Horn Rasmussen er ein av føroysku U21 hetjunum. Hann slær fast, at til HM-endaspælið í summar mugu fleiri vøddar til fyri at kunna takast við teir fremstu U21 leikararnar í heiminum í U21 HM endaspælinum, sum verður í Algeria í juli mánað.