Føroyskir badmintonspælarar hava í vikuskiftinum verið í Reykjavík og luttikið í altjóða kapping.
Í einmansleikinum hjá monnum gekk væl. Heðin Joensen, Rani í Líð og Erland Poulsen komu allir í kvartfinalurnar, har teir tó taptu, allir taptu 2-0.
Allir kvinnuligu spælararnir ruku út longu í fyrsta umfari í einmansleikinum. Ingun Hansen, Borglis Fagradal og Guðrun Jacobsen spældu allar móti íslendskum spælarum, og taptu. Í tvímansleikinum komu føroysku pørini heldur ikki langt. Ingun Hansen og Borglis Fagradal luttóku hjá kvinnum, Rani í Líð og Heðin Joensen hjá monnum og Guðrun Jacobsen og Erland Poulsen í blandaða tvímansleikinum.