Komu í EM-undanbólk við Eysturríki, Ukraina og Rumenia

Drigið var í Berlin í Týsklandi fyrr í dag

Her sæst Elias Ellefsen á Skipagøtu í EM-undankappingardystinum móti Ukraina í høllini á Hálsi í Havn 14. mars í 2021

Her sæst Elias Ellefsen á Skipagøtu í EM-undankappingardystinum móti Ukraina í høllini á Hálsi í Havn 14. mars í 2021

Seint seinnapartin gjørdist tað greitt, at føroyska manslandsliðið í hondbólti kom í EM-undankappingarbólk við Eysturríki, Rumenia og Ukraina. 

EM-endaspælið verður spælt í Týsklandi 10. til 28. januar í 2024. 

Eftir tí sum tey hondbóltskønu siga, so er Eysturríki úr styrkisbólki 1 og Ukraina úr styrkisbólki 2 góð lutakøst, meðan Rumenia úr styrkisbólki 3 er eitt minni gott lutakast.

14. mars í fjør taptu Føroyar sera tepurt 25-26 fyri Ukraina í høllini á Hálsi í Havn. Tá var eisini talan um ein EM-undankappingardyst. 

Enn fyriliggur dystarskráin ikki, men tað er greitt, at fyrsti undankappingardysturin í okkara bólki, ið er bólkur 4 skal spælast 12. oktober. 