Komu aftur til Føroya við fimm heiðursmerkjum

Um vikuskiftið var kapping um innandura danmarksmeistaraheitið fyri ung í frælsum ítrótti. Kappingin var í Skive, har nýmótans høll er bygd og Hvirlan, sum er felagið fyri frælsan ítrótt í Havn, sendi fimm íðkarar til kappingina. Og tað hepnaðist væl, tí tey vunnu hvør sítt heiðursmerki.

 

Hetta er triðja innandura kappingin felagið hevur verið til í vetur, og úrslitini hava verið góð hvørja ferð.

 

Miso Buha hevur trýstøkk sum sergrein, og hann verið nær við at klára oyggjaleikakravið í ár. Til DM-ung eydnaðist ikki at klára teir seinastu sentimetrarnar, men til allar kappingarnar í vetur hevur Miso prógvað at grundstøðið er høgt og hesaferð var longsta trýstøkkið hjá honum 12,97 metrar sum rakk til bronsumerki.

 

Lýdia Poula Simonsen sum er kúluvarparpi, hevur føroysku metini í kúluvarp og klingrukast. Hon hevur longu klárað oyggjaleikakrøvini, og roynir nú eftir at stoyta kúluna yvir 11 metrar. Bæði í Reykjavík og í Gøteborg bøtti Lýdia um síni úrslit, men til DM-ung stoytti hon, 10,71 metrar, hetta var tó nóg mikið til at vinna bronsuna.

 

Dánjal Dahl Ljósheim, sum rennur sprint og miðteinar, frá 400 metrar til 3000 metrar, royndi seg hesaferð á 400 metrum. Dánjal er nú í aldursbólkinum 18-19 ár og tí er talan um harða mótstøðu. Hetta nervaði tó ikki Dánjal, sum setti persónligt met við tíðini 54,21 sekund og vann bronsumerki.

 

Edna Maria Debes hevur altíð dámað væl at royna seg í fleiri greinum. Seinnu árini er tað tó lop sum hevur verið yndisgreinin. Edna Maria hevur ikki vant so nógv í eina tíð, men síðan hon flutti til Danmark í lestrarørindum, hevur hon gjørt meira burtur úr. Endamálið við DM-ung hesaferð var at vita, hvussu væl hon er fyri, og tað gekk væl. Hon tekur seg fram til hvørja kapping og hesa ferð eydnaðist henni at vinna bronsumerki í trýstøkk.

 

Børka Berg Jørgensen kappast í aldursbólkinum gentur 14-15 ár, men hevur longu úrslit at vísa á, sum kunnu samanberast við eldri aldursbólkar. Í Skive royndi hon seg í greinunum 60 metur rimarenning og trýstøkk.

 

Í rimarenning staðfesti hon sítt grundstøði tá hon rann við tíðini 10,54 sekund sum er áleið hennara persónliga besta. Í trýstøkk vóru vónirnar til heiðursmerkið stórar og í sínum besta lopi eydnaðist tað henni at vinna silvurheiðurmerki, bara tveir sentimetrar frammanfyri nummar trý.

 

Aftur ímóti íðkarum úr øðrum londum, sum hava góðar umstøður, venja føroysku feløgini úti alt árið og tað er ein vansi, tí kavi, myrkur og vindur órógva venjingina. Tað er ringt at halda seg heitar og váta undirlagið, og myrkrið, gera tað trupult at venja tekniska partin av ítróttargreinini, siga tey í Hvirluni.