Ruth Vang er nýggj tingkvinna fyri Framsókn. Síðan hon er blivin ein almennur persónur hevur hon merkt, at fólk hava tað lættari at siga sína meining við seg. Summi eru ógvuliga framlig, men hon setist ikki aftur av teirri orsøk.
- Eg havi fingið nøkur brøv, serliga í samband við hjúnarbandslógina. Tey flestu vórðu siðilig, men summi antastaðu mína kristnu trúgv og tað kann fara undir húðina, sigur Ruth Vang.
Tò setis hon ikki aftur at kjakast.
- Nei, tað fær meg ikki at setast aftur, men onkuntíð haldi eg meg aftur á Facebook, sigur Ruth Vang, ið ikki metir Facebook verða rætta forum at kjakast um kompleks evnir.
Les samrøðu við Ruth Vang og aðrar føroyskar politikkarar um kjakmentan í Vikuskiftissosialinum.