Belgiski Vincent Kompany hevur skrivað undir nýggjan sáttmála, sum bindur verjuspælaran at Manchester City fram til 2014. Kompany kom til City í fjør, og seinastu tíðina hevur ljóðað, at eitt nú Barcelona var áhugað í at keypa spælaran, men leiðslan í Manchester City slær nú fast, at hetta verður av ongum.