Kompakt

Neista-málverjin var sera fegin um verjuspælið hjá Neistanum sunnudagin, og sum heild tóktist hann eisini væl nøgdur um úrslitið

Hondbóltsprát

Sammett við tepra ?og hepna ? sigurin á StÍF fyri viku síðani, var tað fyrst og fremst verjan, sum var stóri munurin hjá Neistanum sunnudagin. Ein verja, sum stríddist móti hvørjum tí einasta mótstøðuálopi, og sum alla tíðina tóktist somikið væl skipað, at tungt spælandi vestmenningarnir ikki høvdu møguleika at bróta seg ígjøgnum hana.
Eftir dystin fingu vit orðið á Neista-málverjan, Zeljko Jotic ella Jota, sum hann vanliga verður róptur, og hann var eisini skjótur at staðfesta, at hetta hevði verið honum ein stór hjálp í dystinum.
- Fyrst og fremst, so megna vit í dag at halda verjuni kompaktari. Tá leikararnir alla tíðina flyta seg sum ein blokkur, so verður tað at kalla ógjørligt hjá hinum at spæla seg ígjøgnum, og tað er sjálvandi ein stór hjálp frá mær, tá skotini í stóran mun koma úti frá. Tú sært í dag, at Ingi og Sámal fáa sjey mál samanlagt, og tað er altso ikki serliga nógv, um sammett verður við aðrar dystir, sigur Jota.
Og týdningurin av slíkum verjuspælið er kanska størstur, tá talan er um eitt lið við slíkum skjúttum, sum hjá VÍF?
- Nei. Tað er altíð líka týdningarmikið. Líka mikið um talan er um stórar ella lítlar menn, so má verjan verða kompakt. Um ikki, so sleppa leikararnir heilt inn at skjóta, og so er ikki nógv at gera hjá einum málverja.
- Hartil megna vit eisini at spæla ein fornuftigan dyst í álopinum í dag. Vit tveita ikki óneyðuga bóltar burtur, soleiðis at VÍF kann fara í kontra. Nakað sum kanska hevur verið størsta styrkin hjá VÍF hesa seinastu tíðina. Tað sleppa teir ikki í dag, og tað var kanska eisini ein av stóru orsøkunum til sigurin, heldur Jota, sum samstundis gloymir at nevna, at tað var gott málmansspæl so sanniliga eisini.