Komnir væl uppá pláss í Baku

Føroyska U-21 landsliðið kom seint leygarkvøldið uppá pláss í Aserbadjan, har teir í morgin skulu spæla dyst

Føroyska U-21 landsliðið sum hóskvøldið tapti 3-0 á heimavølli móti Russlandi, skal í morgin klokkan 15:00 føroyska tíð reisa seg, tá teir spæla á útivølli móti Aserbadjan í Baku.

 

Føroyska ferðalagið kom seint leygarkvøldið uppá pláss í Baku í Aserbadjan, eftir eina langa og drúgva ferð umvegis Istanbul í Turkalandi.

 

Føroyski U-21 landsliðsvenjarin, Bill McLeod Jacobsen, sigur at talan er um frálíkar umstøður í Aserbajdan.

 

-       Sum heild er talan er um góðar umstøður í einum vøkrum og væl útbygdum býi, har oljumilliónirnar veruliga síggjast aftur í landslagnum.

 

Bill McLeod Jacobsen sigur eisini at fyrsta venjingin hjá føroyska U-21 landsliðnum gekk væl, og á Facebook síðuni hjá FSF vildu fleiri føroyskir U-21 landsliðsleikarar eftir venjingina vera við, at talan var um ein hin besta vøllin sum teir nakrantíð høvdu spælt á.

 

Til Sosialin sum kemur út í dag, er longri samrøða við føroyska U-21 landsliðsvenjaran, Bill McLeod Jacobsen, umframt at vit eisini tippa hvussu føroyska liðið kemur at síggja út til dystin í morgin í Baku.