Talan hevur verið um langa ferð. Kanska einamest um bíðitíð í bæði Kastrup og Frankfurt, men tríggjar flogferðir upp á ein dag gjørdu eisini sítt til, at talan var um ein hampuliga moyran landsliðshóp, sum fyri góðum tíma síðani kom til flogvøllin í Beograd.
Haðani gekk leiðin við bussi til Hotel Hyat, har hópurin býr, og í morgin klokkan 10.30 stendur so fyrsta venjingin á skránni.