Kommurnar eru ikki til reiðar

Páll Poulsen er av tí greiðu sannføring, at tað eru fáar kommurnar, sum eru til reiðar at umsita fólkaskúlan

Tað reisti fleiri spurningar.
- Hin 1. august í 2013 taka kommunurnar við ábyrgdini av fólkaskúlanum, segði Kaj Leo Johannesen, løgmaður, á ólavsøku.
Men nei, sigur Páll Poulsen, virkandi formaður í Føroya Lærarafelag. Ikki sum støðan er í løtuni.
Orsøkin er einføld. Kommurnar eru ikki til reiðar.
- Tað eru fáar kommunur, sum eru fíggjarliga og hugsjónarliga førar fyri at taka slíka uppgávu á sínar herðar. Tað er eingin fyrimunur fyri fólkaskúlan, sum skal hava tryggar karmar. Tí mæli eg frá hesum, sum støðan er í løtuni, slær Páll Poulsen fast.
Málið um umsitingarliga partin av fólkaskúlanum er millum komandi stóru uppgávurnar hjá komandi formanninum í Føroya Lærarafelag.
Og Páll Poulsen vil fegin standa á odda fyri samráðingunum.

Verandi formaður
Páll Poulsen hevur verið virkandi formaður, síðan Magnus Tausen, sum hevði verið formaður seinastu fimm árini, fór í annað starv í summar.
Páll Poulsen hevur stóran áhuga í fakfelagsarbeiði, og hann vil fegin gera sína ávirkan galdandi.
- Eg eri sannførdur um, at eg eri førur fyri at gera mun. Allir nevndarlimir hava sínar uppgávur, men eg havi ongar trupulleikar við at verða myndin av Lærarafelagnum, sigur Páll Poulsen.

Fleiri stór mál
Føroya Lærarafelag hevur fleiri knútar, sum skulu loysast komandi tíðina.
Fíggjarmálaráðið fekk handað serkrøvini til sáttmálasamráðingarnar fyri tveimum vikum síðan.
Spurningurin, um kommurnar skulu umsita fólkaskúlan, skal svarast.
Við kroystu fíggjarstøðuni, sum landið er í, er ikki væntandi, at nýggi eftirútbúgvingarstovnurin fer at økja stórvegis um útbúgvingartilboðini. Í roynd og veru eru tilboðini til eftirútbúgving av lærarum á so lágum støði júst nú, at tað bara kann ganga framá. Føroya Lærarafelag, og Páll Poulsen, vil leggja doyin á at bøta um hesi viðurskiftini.
- Endamálið er altíð at menna fólkaskúlan, og Lærarafelagið skal leggja grundarlagi undir menningina og framvegis ganga á odda í kjakinum um føroyska skúlan og undirvísingina. So tað eru stórar avbjóðingar fyri framman, sigur Páll Poulsen.

Vil einki siga
Páll Poulsen vil ikki meta um sínar møguleikar at verða valdur.
- Nei, tað havi eg ikki hug til. Vit eru tveir sum stilla upp, og vit hava eins góðan møguleika, sigur hann.