Rættarnevndin tók í dag undir við eini áheitan frá løgmanni um broyta dagfestingina fyri komandi kommunuvalið soleiðis, at valið verður 21. november.
Í broytingaruppskotinum til løgtingslógina um val til allar føroyskar kommunur stendur, at valið skal fara fram annan týsdag í november.
Men hetta heldur løgmaður vera ov tíðliga í ár, av tí at lógin um kommunuvalið skal lýsast seks vikur framman undan valinum. Tað vil siga, at lógin skuldi verið lýst í seinasta lagi 3. oktober. Og tá hevur tingið ikki havt stundir at havt uppskotið til aðru og triðju viðgerðar.
Hesum tekur rættarnevnin undir við, og mælir í áliti sínum løgtinginum til at skoyta upp í lógina, at fyrsta valið eftir nýggju lógini fer fram týsdagin 21. november.