Um ein góðan hálvan tíma lata valhølini í Danmark upp, tí í dag er kommunu- og regiónsval. Meiningakanningar vísa, at Sosialistiski Fólkaflokkurin og Danski Fólkaflokkurin verða dagsins stóru vinnarar. Allir hinir flokkarnir standa til at missa atkvøður.
Sosialdemokratarnir fáa sambært kanningunum flestar atkvøður og borgarstjórarnar í teimum størstu kommununum, Keypmannahavn, Århus, Odense og Aalborg. Borgarstjórin í Keypmannahavn, Ritt Bjerregaard, stillar ikki uppaftur, og avloysari hennara verður eftir øllum at døma floksfelagin Frank Jensen.
Umleið 120.000 danir liggja við Influensa A ella svínakrími og fara tí ikki á val í dag. Harafturat fara mong at aftra seg við at fara á val orsakað av vandanum fyri smittu, og tí fara fleiri helst at sita við hús.










