Kommunuvalið í Danmark í dag er øðrvísi, enn veljararnir eru vanir við. Aftan á ta stóru samanleggingina eru kommunurnar nógv færri í tali enn fyrr. Tað ger, at nógvir veljarar skulu taka støðu til listar og valevni, sum hava ikki hava hoyrt um ella sæð fyrr. Valserfrøðingar eru eisini rættiliga spentir uppá, hvussu fólk fara at atkvøða, men nógv bendir á, at tey flestu fara at atkvøða fyri valevnum, sum tey kenna t.v.s. teimum, sum tey kenna frá teirra gomlu kommunu.
Valstríðið upp undir valið í dag hevur í rættiliga stóran mun verið merkt av einum borgarstjóravali. Tá so nógvar kommunur eru strikaðar av kortinum, noyðast nógvir borgarstjórar frá, og nógvastaðni er hart stríð í teimum nýggju kommununum um tann eina sessin, sum nú skal mannast. Í summum kommunum hevur sami borgarstjóri sitið við róðrið í mong ár, og nógvastaðni eru tað borgarstjórar úr sama flokki, sum nú stríðast um tann eina sessin.
Í Keypmannahavn er ikki tann stóri spenningurin um úrslitið, tí har er eingin ivi um, at fyrrverandi sosialdemokratiski ráðharrin Ritt Bjerregaard verður nýggjur yvirborgarstjóri. Veljarakanningar hava víst, at sosialdemokratarnir fáa tríggjar býráðslimir afturat teimum 16, sum flokkurin nú hevur, og saman við SF og Eindarlistanum fer Ritt Bjerregaard at hava 31 av teimum 55 býráðslimunum aftan fyri seg.
Í Århus og Odense er harafturímóti spenningur um úrslitið í dag. Vinstri hevur sum er yvirborgarstjórastarvið í Århus, men kanningar hava givið sosialdemokratunum framgongd, og tí kann henda, at sosialdemokratarnir vinna sessin aftur. Men tað krevur, at teir fáa hjálp frá teimum radikalu. Í Odense er støðan tann sama. Har hava sosialdemokratarnir sessin í løtuni, og sambært kanningunum varðveita teir hann, um teir fáa stuðul frá radikala flokkinum.
Danir skulu ikki bara velja nýggj kommunustýri í dag. Tá avgjørt varð at leggja kommunurnar saman, bleiv eisini avgjørt at niðurleggja amtini og at býta landið sundur í størri øki ístaðin fyri. Í dag skulu danir so á fyrsta sinni velja fólk at umsita økini, men áhugin fyri hesum valinum hevur ikki verið so stórur sum áhugin fyri kommunuvalinum.