Tað er skjótt hvønn vegin í fótbólti. Tað eru avrikini og úrtøkan hjá teimum báðum, sum seinnapartin hittast í kommunuuppgerðini við Løkin í Runavík, góð dømi um.
Eftir vónbrot á heimavølli ímóti HB svaraði NSÍ aftur við sannførandi avriki og sigri í Klaksvík.
Eftir vónbrot í Sarpugerði ímóti Víkingi svaraði Skála aftur við sannførandi avriki og sigri á heimavølli ímóti B36.
Nú tørna tey bæði liðini í fremstu deildini í Runavíkar kommunu saman.
-B36 hevði bóltin meiri enn vit, men tað bilti ikki, tá ið máltalvan vísti 1-0 til okkum. Gongdin verður ivaleyst tann sama ímóti NSÍ. Um máltalvan vísir sama úrslit, so hava vit einki ímóti tí, um NSÍ hevur bóltin meiri. Ímóti meistarunum vunnu vit trý stig, og nú er avbjóðingin at vinna úrtøku ímóti liðnum, sum í fjør vann silvurkrónurnar, sigur Skála miðvallarin Pauli G. Hansen.
Allir Skála spælararnir eru tøkir uttan Jákup Johansen, sum er plágaður av skaða í lærkrikanum.
Í Runavík er lagið gott:
-Nú ræður um at vísa sama hugburð, sum vit vístu í Klaksvík. Hann var nógv betri, enn tann, sum vit vístu í fyrsta heimadystinum ímóti HB, sigur NSÍ málverjin Símun Rógvi Hansen.
Haraldur R. Kjeld og Andras Frederiksberg hjá NSÍ eru framvegis langtíðarskaddir.
Skála hevur bara einaferð vunnið í bestu deildini við Løkin – í 2007. Tað var merkisvert, at Skála 19. august vann 2-1, tí nakrar vikur seinni tryggjaði NSÍ sær FM.
Fyri tveimum árum síðani vann NSÍ 6-1 á heimavølli ímóti Skála. Hetta er einasta kommunu uppgerðin, sum hevur verið síðani 2008.










