Seinnapartin fara teir av Skála fyri aðru ferð í ár út til Runavíkar at dystast við NSÍ. Fyrru ferðina gekk tað akkurát ikki hjá gestunum, sum taptu 1-0. Tað var 22. apríl. Tveir mánaðir seinni – 22. juni – var NSÍ gestur á Skála. Tá endaði tað 1-1.
Sum alla aðra staðni so eru grannauppgerðirnar tættar, uttan mun til um annað liðið er ovarlaga og hitt lægri á støðutalvuni.
NSÍ hevur av álvara fingið fatur á rætta endanum.
Síðani javnleikin á Skála hevur NSÍ spælt tríggjar ferðir. Úrtøkan er níggju stig við málmuninum 8-0! Klæmint A. Olsen er av álvara komin fyri seg aftur. Hann hevur skorað í øllum trimum dystunum og setur nýtt málmet, hvørja ferð hann skorar.
Meðan NSÍ hevur vunnið fulla úrtøku allar tríggjar ferðirnar síðani javnleikin á Skála, so hevur hilnast verri hjá Skála, sum hevur tapt allar tríggjar ferðirnar við samlaða málmuninum 2-7.