Kommunustjórin í Havn datt á knallert

Fyrstu árini hjá Ferðslutrygd, sum hevði 40 ára stovningardag herfyri, vórðu fleiri ferðslutrygdarfilmar gjørdir, sum vórðu vístir í skúlum og í biografum kring landið.

 

Ferðslutrygd hevur nú lagt fleiri teirra út á internetið, og í hesum filminum, sum sæst við at trýsta á pílin á myndini, vildi Ferðslutrygd ávara tey nógvu ungu, sum koyrdu knallert – ella prutl – í sjeytiárunum. Tey vóru nógv fleiri tá, enn í dag, sum myndirnar eisini vísa.

 

Filmurin byrjar í ungdómshúsinum Skansastovu, sum tá var í Arnes Minde í Bringsnagøtu – húsini, sum Havnar kirkja fyri stuttum keypti frá býráðnum. Allir ungir dreingir við respekt fyri sær sjálvum í sjeyti- og áttatiárunum áttu eina Yamaha-knallert - og nógvar vóru tær í tali í Havnargøtum. So nógvar vóru tær, og so nógvur var gangurin av teimum, at í politiviðtøkuni fyri Tórshavnar kommunu varð ásett, at tað var ikki loyvt at koyra knallert í miðbýnum frá klokkan 21 á kvøldi til tíðla á morgni.

 

Gentan, sum í filminum er so óheppin at bróta beinið, er Ingibjørg Berg, ella Ingibjørg Joensen, sum hon æt tá. Hon hevur júst sagt seg úr starvi sum kommunustjóri í Tórshavnar kommunu.

 

Trýstið á pílin á myndini fyri at síggja filmin, sum eisini er eitt afturhvarv í Havnina í sjeytiárunum.