Hjá lítla økinum "Sandoyar Sýsla" hevur hetta kenst avmarkandi. Fólkatal og skattaborgarar eru heldur fá, og tí er fíggjarorkan avmarkað. Men sjálvt um fólkini eru fá, so er umsitingarliga uppgávan ikki minni av tí.
Tær einstøku uppgávurnar skulu røkjast eins fyri hundrað sum fyri túsund!
Tí setir tað eisini nøkur krøv til politikkarar í hesum lítla øki, um lítla samfelagið skal yvirliva!
Fyri umleið 10 árum síðan var eg virkin í kommunupolitikki. Bar mangan fram um kommunusamanlegging, bæði her í oynni, og á fundum hjá t.d. kommunufelagnum.
Her á oynni komst ikki longur tá, tí allar kommunurnar, uttan Sands, vildu ikki leggja saman. Hinar sóu ongan fyrimun!
Tosað varð um stóru skuldina hjá Sands kommunu, men ikki tey gagnligu virðini, ið treytaðu hesi lán! Sjálvsagt havnin á Sandi.
Minnist, at Gerhard segði mær, at eitt samt bygdarráð í Skopun ikki ynskti samanlegging!
Nú byrjar at treingja saman um. Kommunur verða helst innan stutta tíð noyddar at leggja saman í størri eindir.
Um eg var virkin kommunalpolitikkari í dag, so hevði eg havt somikið av "ambitiónum" at vilja gjørst komandi felagsformaður! Men tað setti sjálvsagt sum treyt, at eg hevði ætlan og vilja til framtíðina hjá felagskommununi, hvussu hetta økið skuldi skipast. Ikki bert fyri størru bygdirnar, men fyri alt økið!
Sandoyar sýsla er jú eitt náttúrligt og samanhangandi øki.
Nú síggi og hoyri eg, at formenninir á Húsavíkar og Skúvoyar kommunum heldur vilja skilja seg frá okkum og fara inn í Havnar kommunu!
Ikki fyri at "fáa frá Havnini"?? at hon gjalda nakað fyri hesar, men tí hesar smáu bygdir annars verða gloymdar av størru bygdunum í Sandoy!?
Báðar smáu kommunur hava gjørt ella eru í gongd við at fáa hóskandi lógilt vatnverk, kloakskipan v.m., so har hava tær ikki fyri neyðini at "fáa" nakað!
At vera virkin í politikki er altíð ein avbjóðing.
Ongin er fullkomin, men tá tú bjóðar teg fram, so hevur tú ávís mál í samfelagnum, tú ætlar at náa!
Formenninir í lítlu kommununum hava innanhýsis ongar fíggjarligar trupulleikar, sum ein komandi innliman í Havnar kommunu skal loysa!
Sjálvur siti eg eftir við ásannan um, at er politiskur vilji og ábyrgd so einfald, so má ásannast eins og við báti á sjónum: Er ongin framdrift, so er heldur ongin róðurmegi, og so stýrist ikki!










