Á býráðsfundi hóskvøldið samtykti Klaksvíkar býráð, at kommunuskatturin skal verða óbroyttur, 20,75 %, og at barnafrádrátturin framhaldandi verður 4.000 krónur.
Fíggjarætlanin hjá Klaksvíkar kommunu fyri 2006 gevur harvið eitt hall upp á góðar 27 milliónir. Tá eru íløgur upp á góðar 47 milliónir og avdráttir upp á 7 milliónir taldar við, skrivar heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu.










