Kommunuskúlin verjir umhvørvið

Týskvøldið var ein nýggj umhvørvisvirðisløn fyri fyrstu ferð latin í Tórshavnar kommunu, og tað gjørdist Tórshavnar Kommunuskúli, sum fekk virðislønina Umhvørvisvirðislønin er áljóðandi 10.000 krónur, og fram til 17. apríl kundu øll innstilla onkran, tey halda hava uppiborið eitt herðaklapp fyri okkurt gott umhvørvisarbeiði ella -átak, og eisini ber til at innstilla seg sjálvan til virðislønina.

Umhvørvisvirðislønin, sum er eitt tiltak í sambandi við Umhvørvisvikuna 2009, var handað í Posthúskjallaranum týskvøldið, har sætti flokkur í kommunuskúlanum tók ímóti.

Nógvar innstillingar vóru til umhvørvisvirðislønina, sum kundi verða grundgivin við orkusparandi tiltøkum, varandi orku, skiljing av burturkasti, endurnýtslu, kunning um umhvørvisvernd, dálkingarfyribyrgjandi átøkum, vistfrøðiligum átøkum, umhvørvisvinarligari ferðslu og øðrum.