Kommunuskúlin á Vaglinum

Havnar leksikon

Grundarsteinurin til Kommunuskúlan á Vaglinum í Havn varð lagdur 13. desember 1893.

1. oktober 1894 varð skúlin reistur, og 4. august 1895 varð hann vígdur.

Frá 1895 og fram til summarfrítíðina í 1956 helt kommunuskúlin til á Vaglinum.

Tað kostaði 38.000 krónur at byggja skúlan, harav grótarbeiðið kostaði 12.000 krónur.

Innsettu myndirnar eru av byggimeistaranum Jákup Andr. Arge, vanliga nevndur Jampan (1854-1931), og arkitektinum Djóna Isaksen, (í Geil) (1849-1912).

Tey, sum hava okkurt at viðmerkja um hesa myndina, eru vælkomin at seta seg í samband við Birgar Johannessen á telefon 314647 / 273168.

Mynd: Føroya Fornminnissavn