Kommunuskúlin gerast til íbúðir

Nú verður møguleikin umrøddur at byggja Kommunuskúilan í miðbýunum um til íbúðir.
Tað váttar Heðin Mortensen, borgarstjóri,
Seinasta vikuskiftið tosaðu vit við Andras Róin, stjóra í Húsalánsgrunninum um tær mongu ætlanirnar, sum eru um íbúðarbygging runt um í landinum eftir at lógin er broytt, so at Húsalánsgrunnurin nú eisini kann fíggja lutaíbúðir o.s.fr.
Tá nevndi hann eisini møguleikan fyri at gera íbúðir í stórum bygningum inni í Havnini, so at fáa fólk eisini kunnu búgva inni í býnum fyri at fáa meiri lív í.
Hann nevndi Kommunuskúlan í Havn, sum eitt dømi um ein slíkan bygning, ið kundi verðið umbygdur til íbúðir.
Heðin Mortensen staðfestir, at niðurstøðan er mestum tann, at bygningurin verður ikki skúli aftur.
Ístaðin er ætlanin at byggja ein nýggjan, stóran, Vesturskúla.
Hann sigur eisini, at tankin um at byggja hann um til íbúðir, hevur eisini verið nevndur.
- Tað er avgjørt ein møguleiki at byggja skúlan um til íbúðir, sigur borgarstjórin.
- Tað ljóðar skilagott, leggur hann afturat.
Hann metir, at talan kann vera um íbúðir til einar 30-40 húski í Kommunuskúlanum.
Men aðrir møguleikar eru at brúka tað til mentanarlig ella umsitingarlig endamál.
Borgarstjórin sigur, at fleiri hava vent sær til býráðið við eini ætlan um at gera Kommunuskúlan til íbúðir, antin at keypa hann frá kommununi, ella at gera eitt samstarv við kommununa.


Byggja 80 íbúðir í Havn
Gongst sum ætlað fer Tórshavnar Kommuna at standa fyri byggingini av einum 80 íbúðum í næstum.
Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Hann sigur, at ein ætlan er um at byggja einar 20 íbúðir á Boðaneshamri saman við Húsalánsgrunninum.
Tann ætlanin fer av Bakkastokki í ár.
Á Berjabrekku er ætlanin at byggja einar 60 íbúðir.
Tann ætlanin er eisini nær og vónandi kann skjøtil eisini setast á ta ætlanina í ár.
- Vit hava bíðað eftir at lógin um Húsalánsgrunnin varð broytt, men enn hevur býráðið ikki tikið støðu til, hvussu hon skal skipast.
Borgarstjórin sigur, at kanska verður kommunan sjálv noydd at standa fyri byggingini fyri at fáa mvg aftur.
Síðani skal støða takast til, hvat skal gerast við íbúðirnar, um íbúðirnar skulu seljast til eitt íbúðarfelag, til Húsalánsgrunnin ella til onkran annan, sum síðani kann standa fyri íbúðunum og reka tær.
- Men býráðið hevur heldur ikki tikið støðu til um hon skal vera byggiharri, ella ikki.
Hinvegin fær tað stóran týdning fyri prísin, at mvg verður endurgoldið.