Kommunuskúlin eigur at verða skúli aftur

Bogi Andreasen, limur í ment­an­ar­nevnd­ini, Fólka­flokk­urin
----
Ein stórur skúli í miðbýnum set­ur sín serliga dám á lív­ið í høvuðsstaðnum. Lívs­glað børn, lærarar og for­eldur, sum eru tongd at Komm­unuskúlanum eiga at sleppa inn aftur í skúlan. Ein loysn eigur at verða funnin nú.
Eg taki fult undir við for­kvinnuni í mentanar­nevnd­ini, Helenu Dam á Neystabø, sum herfyri boðaði frá, at hon heldur, at vit eiga at umvæla Kommunuskúlan og taka partar av honum í nýtslu aft­ur skjótast gjørligt.
Kommunuskúlin hevur í nógv ár verið við til at hildið lív í miðbýnum. Hendan lívg­andi mentanarborgin, sum hevur fyrireikað fleiri ættar­lið til vaksna lívið, er ein rótfestur kjarni mitt í høv­uðsstaðnum, sum eigur at sleppa at halda fram við sínum týdningarmikla virk­semi – at ala upp og fyrireika okkara børn til at stíga út í lívið.
Lívsglaðu børnini í Komm­unuskúlanum eiga aftur í størri mun at gerast part­ur av býarmyndini. Talið av skúlabørnum í mið­býnum minkaði nógv, tá hægru flokkarnir í Komm­unu­skúl­anum fluttu út á Argir, eftir at soppur var staðfestur i gomlu bygningunum í mið­bý­num.
Tað ber til at umvæla bygn­ingarnar, og lati okkum tí fáa gongd á hetta arbeiðið skjótast gjørligt, so børn og foreldur aftur kunnu kenna seg trygg og fáa vissu fyri, at teirra barn heldur fram í tí skúla, tað var innskrivað í. Málið hevur hingið í leysum lofti í alt ov langa tíð.
Í kjakinum um Kommunu­skúl­an hevur verið víst á, at ferðsluviðurskiftini kring skúlan í miðbýnum eru ótrygg fyri børnini. Tað er púra rætt, at vit eiga at skipa ferðsluna øðrvísi kring Komm­unuskúlan, og hetta kann gerast sum partur av eini heildarætlan fyri mið­býin, sum Kommunu­skúl­in eftir mínum tykki eis­ini eigur at verða partur av. Børn ferðast ígjøgnum mið­býin hvønn einasta dag, og her eiga vit sjálvandi at hava trygg­leikan í hásæti alla tíðina.
Ferðslutrygdin í miðbý­num er sum so eingin góð grundgeving í royndunum at broyta Kommunuskúlan til íbúðarbygningar. Børn fara vónandi altíð at ferð­ast ígjøgnum býin, og tí er trygdarspurningurin altíð eitt mál fyri seg, sama hvat virksemi annars er í mið­býnum.
Lati okkum venda aftur til góða, gamla Komm­unu­skúlan, sum við sínum mongu næmingum, lærarum og for­eldrum fær miðbýin at blóma.