Kommunusamskipan Føroya er skelkað av teirri niðurgerð, sum landsstýrið sýndi okkara eldru borgarum við at taka allan stuðulin frá eldratilhaldunum
Á fundinum hjá Kommunusamskipan Føroya í gjár var eisini málið um eldradagtilhaldini, sum nakrar dagar fyri jól mistu allan stuðulin frá landsstýrinum. Stýrið fyri Kommunusamskipanina er skelkað av teirri niðurgerð, sum landsstýrið sýndi okkara eldru borgarum, og mótmælir harðliga framferðarháttinum, har landsstýrið í veruleikanum steingir dagtilhaldini.
Eisini eftirlýsir stýrið í Kommunusamskipanini teirri kommissión, ið skal fyrireika ætlaða kommunureformin. Hóast at fleiri landsstýrismenn fyri kommunuvalið í fjør boðaðu frá, at kommissiónin var farin til verka, so er púrt einki hent enn.
- Eingin kommissión er sett, tíansheldur farin til verka, og hetta er ikki nøktandi, tá havt verður í huga, at alneyðugt er nú við einum kommunureformi, har kommunala sjálvræðið verður styrkt munandi, sigur Kommunusamskipan Føroyar.