Kommunusamanlegging
Hvalvík: Arbeitt verður við at leggja Hvalvíkar Kommunu og Saksunar Kommunu saman. Eingin endalig avgerð er tikin enn, men arbeiðið er komið nakað áleiðis, sigur borgarstjórin í Hvalvíkar Kommunu, Heðin Zachariasen.
Einir tveir fundir hava verið partanna millum, og semja tykist vera um, at úrslitið eigur at verða ein samanlegging, sigur Heðin Zachariasen. Støða er ikki tikin til, um ein møgulig samanlegging skal til fólkaatkvøðu í kommunum, sigur borgarstjórin í Hvalvíkar Kommunu.
Stigið til samanleggingina kom frá Saksunar Kommunu, sigur Heðin Zachariasen. Væntandi kunnu fleiri fyrimunir vera við eini samanleggin. Fyri báðar kommunurnar, heldur hann. Kommunurnar báðar eru við í Kommunufelagsskapinum í Sundalagnum, sum eisini eitt nú Hósvíkar og Sunda Kommunur eru limir í. Eisini her verður tosað um samanleggingar, men als ikki á tí støði, sum komið er til millum Hvalvík og Saksun, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Hvalvíkar Kommunu.










