Kommunusamanlegging í Sundalagnum

    

Fyri fitt av tíð síðan sóu vit Sofus Johannesen úr Gjógv í sendingini "Gesturin" í SvF, har hann tosaði um fólkaatkvøðu um samanlegging av kommununum í Sundalagnum. Henda atkvøðugreiðsla skuldi verða fyrst í mei mánað.
Eg havi síðan henda dag bíðjað eftir, at mín kommuna, Sunda kommuna, fór at senda okkum kunnandi tilfar. Einki er komið enn ? bert ein mánað undan eini so týdningarmiklari fólkaatkvøðu!!!
Á heimasíðuni hjá kommununi fann eg tvær A-4 síður nevndar Samráðingarleistur. Eg skrivaði til Sunda kommunu og spurdi um kommunan ikki skyldaði okkum betri kunn-ing. Og um kommunan heldur, at vit hava nóg góðar stundir at seta okkum inn í alt hettar 10 dagar áðrenn atkvøðast skal.
Svarið eg fekk var, at kunnandi fundir verða 10. og 29. apríl ? og einki meira.
Eg havi tosað við fleiri bogarar í økinum, sum einki vita og eru í villareið.
Eru kommunurnar i ferð við eina ráðagerð???

Samarbeiði
Víst hava kommunurnar samarbeitt væl síðan 1985, men nú skal útviklast meira. Hvat og hvussu hevði verið gott at fingið at vita!
Landsstýrið hevur ætlan um at leggja uppgávur út á kommunurnar og verður sagt í Samráðingarleistin-um, at ein fyritreyt er, at kommunurnar hava eina ávísa stødd fyri at kunna umsita hesar uppgávur.
Hvat nú um støddin ikki er har, hvør umsitur tá?
Eisini verður nevnt, at samanlegging "kemur at krevja nógv av sameiningarbólkinum" og skipast skal fyri, at "allir partar í hvørjari kommunu sær verða lýstir og gjølla viðgjørdir. Eisini krevur hetta eina gjøgnumskygda gongd, soleiðis at borgararnir í hvørjari kommuna sær kenna seg tryggar við tað, ið fer fram".
Tað er júst tað ? eg kenni meg als ikki tryggan, og havi als ikki fingið nakað sum helst lýst í sameiningarmálinum!!!
Í Samráðingarleistinum eru nøkur punkt nevnd, m.a. pkt. 5: "Øll starvsfólk hjá núverandi kommunum fáa starv hjá sameindu kommununi".
Sjálvandi fær skrivstovan nakað at gera, men leggur man ikki saman fyri at rationalisera?
Allar kommunurnar hava ymisk skattaprosent. Hvat hendur eftir sameiningina? Fer skatturin upp? Verður tað dýrari at búgva her?
Megnar Sunda kommuna ikki at standa einsamøll? (Mær vitandi er kommunan væl fyri).
Kundi hugsa mær, at støðan bleiv lýst nærri við, hvat er fyri og ímóti (áðrenn nakrir fundir verða hildnir, so man kann fyrireika seg).
Spurningarnir eru nógvir ? stutt sagt ? tit skylda okkum at lýsa málið gjølla, so vit kunnu "kenna okkum trygg við tað, ið fer fram"!!!
Í verandi støðu kenni eg meg ikki tryggan!