Nú er spurningurin um at leggja alla Suðuroynna saman í eina kommunu, aftur settur á dagsskrá í Suðuroy.
Spurningurin varð tikin upp í heyst, men tá var tað ikki mett at vera rætt, at fráfarandi kommunustýrini tóku nøkur stig í hesum máli.
Tískil varð avrátt at málið skuldi takast upp aftur so skjótt sum kommunuvalið hevði verið og nývaldu bý- og bygdaráðini høvdu tikið við á nýggjárinum.
Og hóskvøldið hittust so umboð fyri allar kommunurnar í oynni aftur á fundi at tosa um kommunusamanlegging.
Tað var Granskingardepilin fyri samfelagsmenning, sum tók stig til hesa tilgongdina um at leggja kommunurnar saman og tað var eisini hann, sum kallaði saman til fundin hóskvøldið.
Allar kommunur skulu svara
Fundurin var fyri allar kommunustýrislimir í Suðuroynni og tað vóru eisini allar umboðaðar og summar av teimum vóru eisini rættiliga væl mannaðar.
Á fundinum varð tosað um at seta ein arbeiðsbólk við umboðum fyri allar kommunurnar at arbeiða víðari við málinum og at útkast til ein sáttmála um kommunusamanlegging.
Bólkurin skal eisini viðgera fyrimunir og vansar við eini kommunusamanlegging.
Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, sigur, at eitt sum var til umrøðu á fundinum var, at tað er so ymiskt, hvussu kommunurnar eru fyri fíggjarliga.
Tað er ein spurningur, sum má loysast í sambandi við eina kommunusamanlegging og sum arbeiðsbólkurin skal taka upp.
Bólkurin skal eisini tosa um skattaprosentið, sum er ógvuliga ymiskt frá kommunu til kommunu.
Somuleiðis skal bólkurin viðgera kommunuskuldina, sum eisini er sera ymisk frá kommunu til kommunu.
Borgarstjórin á Tvøroyri sigur, at tað vera neyvan bý- og bygdaráðslimir, sum fara at manna arbeiðsbólkin.
Á fundinum varð haraftur ímóti tosað um at manna bólkin við kommunuskrivarunum, sum helst eru teir, ið hava best innlit í viðurskiftini hjá teimum ymsu kommununum.
- Niðurstøðan á fundinum var, at nú skulu tey ymsu bý- og bygdaráðini taka málið til viðgerðar hvør sær fyri at vita um tey vilja vera við í einum arbeiðsbólki, sum skal arbeiða víðari við spurninginum um kommunusamanlegging
Spurningurin verður tikin upp í teimum ymsu bý- og bygdaráðunum í næstum og seinast í mars skulu øll hava svarað.
Tvøroyri vil víðari
Borgarstjórin á Tvøroyri dugir ikki rættiliga at meta um, hvønn veg rákið á fundinum gekk.
Men hann sigur, at dettur ætlanin niðurfyri at seta ein arbeiðsbólk at leggja alla oynna saman um eina kommunu, fer Tvøroyrar Kommuna undir øllum umstøðum at arbeiða víðari við kommunusamanlegging.
- So fer Tvøroyrar býráð at bjóða teimum kommunum, sum hava hug at leggja saman um at seta seg saman í ein bólk at arbeiða við einum sáttmála um samanlegging.
- Endamálið er so at tær kommunur, sum vilja leggja saman, kunnu leggja saman um so onkrar standa uttanfyri.
Hann sigur, at so er í øllum førum gongd sett á arbeiðið, so fær hann at síggja, hvussu langt tað røkkur.
Hann ivast ikki í, at kommunurnar fara at verða samanlagdar um ikki so nógv ár. Men hann heldur, at tað er umráðandi fyri kommunurnar at vera frammanfyri og at leggja saman sjálvbodnar ímeðan tær sjálvar kunnu seta treytirnar.
- Verða vit tvingaðar saman, verða tað onnur, sum seta treytirnar fyri okkum og tað er ongantíð ein fyrimunur, sigur Kristin Michelsen.
Annars eru kommunuskatturin og barnafrádrátturin í teimum ymsu kommununum í Suðuroy hesi í ár:
Hvalba: skattur: 20,00%, barnafrádráttur: 3000 kr.
Tvøroyri: skattur: 23,50%, barnafrádráttur: 5000 kr.
Fámjin: skattur: 18,00%, barnafrádráttur: 5500 kr.
Hov: skattur: 20,00%, barnafrádráttur: 5000 kr.
Porkeri: skattur: 21,00%, barnafrádráttur: 4000 kr.
Vágur: skattur: 23,25%, barnafrádráttur: 4000 kr.
Sumba: skattur: 21,00%, barnafrádráttur: 5500 kr.
Verða allar Føroyar tiknar undir einum, sæst. At hægsti kommunuskattur er 23,50% og hægsti barnafrádráttur er 7000 krónur.
Miðal skattaprosentið er 20,78% og miðal barnafrádráttur er 4821 krónur.
Lægsti kommunuskattur er 16,00% og lægsti barnafrádráttur er 3000 krónur.
Tað sæst, at tað er nógv bíligast at búgva í Fámjin, tí har er bæði skatturin lægst og barnafrádrátturin millum teir hægstu í allari oynni. Umframt kommunuskatt, betala tey 0,60% í kirkjuskatti í øllum kommununum, uttan í Sumba, har er kirkjuskatturin 0,70%.
Men verða tølini samanborin við allar Føroyar, sæst tað eisini, at heilar fýra av teimum sjey kommununum í Suðuroy hava eitt skattaprosent, sum er yvir miðal fyri alt landið og tríggjar kommunu hava ein barnafrádrátt, sum er undir miðal fyri alt landið. Saman við Sands Kommunu, hevur Tvøroyri hægsta skattaprosent í landinum, men á Sandi er barnafrádrátturin kortini 6000 krónur, sum er 1000 krónur meiri enn á Tvøroyri