Kommunurnar vinna á kavanum

Ivamálið undan fyrsta umfarinum í tríggjar vikur er kuldin, sum tó neyvan verður orsøk til, at tað ikki fer at bera til at spæla seinnapartin ídag

So er fótbóltur í heimligu kappingini aftur á skrá. Tað eru tríggjar vikur síðani, at triðja umfar varð spælt. Í síðstu viku avgjørdi FSF, at flyta triðja umfar, sum sambært skránni skuldi havt verið 2. páskadag og mikukvøldið, til mikukvøldið 28. apríl.

Tann avgerðin vísti seg at vera skilagóð. Inntil gjáramorgunin var tað nógvur kavi, og at avgerðin um at útseta varð tikin so tíðliga bar við sær, at tað ikki var neyðugt hjá venjarum og spælarum at fokusera og leggja til rættis út frá dystum, sum so vórðu avlýstir.

Tað eru ikki so nógv ár síðani, at kavin var øgiligur fíggindi hjá fótbóltinum. Serliga norðanfyri kom tað ikki so sjáldan fyri, at kavin lá tjúkkur á vøllunum, so tað var heilt torført at venja. Nú gera kommunurnar skjótt av, tá ið tað hevur kavað. Graslíkisvøllirnir eru millum fyrstu økini, sum verða kavagrivin. Hesa ferð sóust grønu vøllirnir aftur longu 2. páskadag, og í gjár var tað mest sum allastaðni aftur grønt, hóast kavi aftur kom niður í gjáranáttina.

Einasta broytingin higartil er tann, at ÍF og NSÍ hava gjørt av, at innanhýsis oyggjauppgerðin verður í Runavík og ikki í Fuglafirði.

Einasta ivamálið, um tað fer at bera til at spæla kring landið, er, um tað verður frost í vøllunum. Sólin fer at skína seinnapartin, tað verður landnyrðingur, men mest sum stilli, og tað verður eitt hitastig.

 

KÍ – EB/Streymur: Rúni Gaardbo kl. 15.00

NSÍ – ÍF: Rúni Olsen kl. 15.00

B68 – TB: Petur Reinert kl. 16.00

HB – 07 Vestur: Bjarki Danielsen kl. 17.00

B36 – Víkingur: Alex Troleis kl. 14.00

 

33001109
ÍF3210737
Víkingur3210317
B363120205
HB3111644
NSÍ3102573
07 Vestur3102473
EB/Streymur3021142
B683012271
TB3003190