Kommunurnar verða smildraðar sundur

Løgtingið er miðvíst í ferð við at syndra kommunurnar

- Hetta er aftur eitt dømi um, hvussu landsins myndugleikar við primitivari og einfaldari kassahugsan, so líðandi, men miðvíst syndra tann kommunala búskapin.

 

Kommunusamskipan Føroya, KSF, finst hvassliga at ætlanini hjá samgonguni at skerja rentustuðulin til tey, sum hava bústaðarlán.

 

Fyrr var rentustuðulin ein útreiðsla, landskassin rindaði meginpartin av. Men so líðandi er hetta broytt og nú er tað við at verða ein útreiðsla, kommunurnar rinda einsamallar, staðfestir KSF.

 

Tað, KSF sipar til, er ætlanin hjá Fíggjarmálaráðnum at skerja rentustuðulin úr 36 prosent, sum hann er nú, niður í 30 prosent hesi næstu fimm árini.

 

Men tað skal bara vera landskassin, sum skal fáa ágóðan av sparingunum.

 

Hetta fer at spara landskassanum einar 16 milliónir krónur, men kommunurnar fáa eina sparing á 700.000 krónur –tilsamans.

 

- Hetta er bara eitt av mongum dømum seinastu árini, har landsins myndugleikar við primitivari og einfaldari kassahugsan, miðvíst syndra tann kommunala búskapin, sigur KSF.

 

- Onnur dømi seinastu árini eru forskattingin av pensjónum, sum hevði við sær, at kommunurnar við einum pennastroki missa allar inntøkur av skatti frá pensjónum. Broytingar í lutfallinum av inntøkunum í partafelagsskattinum, sum høvdu við sær, at kommunurnar partur minkaði, er annað dømi.

 

- Samstundis hava serskatta skipanir av ymiskum slag havt við sær at alsamt færri gjalda kommunuskatt.  Vánaligar skattaavtalur við onnur lond hava við sær at inntøkugrundarlagið hjá kommununum er viknandi.  Alt viðurskifti sum kommunurnar ikki hava møguleika fyri at ávirka.

 

Samstundis er ætlanin, at leggja tilfeingisgjald alivinnuna, men ongar ætlanir eru um at geva kommununum lut í hesum inntøkum, hóast tað eru kommunurnar sum skulu lúka tey strongu krøvini um útlát í firðir, gott vatn, og annað.

 

- Kommununum verða álagdar útreiðslur, ímeðan landið tekur sær av inntøkunum.  Hetta tykist verða meginreglan fíggjarpolitikki landsins.

 

KSF sigur, at hetta kann ikki halda fram og at kommunurnar kunna ikki longur góðtaka, at landið áhaldandi máar fíggjarliga tilverugrundarlagið undan kommununum. 

 

- Hetta hevur við sær at alt álit millum partarnar fánar burtur, og at alt samstarv millum land og kommunur framyvir verður merkt av missáliti, sigur KSF.