Formaðurin í Kommunusamskipan Føroya sigur, at kommunurnar fingu ongantíð møguleikan at medvirka til olavsøkupakkan,. Tær blivu bara kunnaðar, sigur Heðin Mortensen. Tvídrátur hevur tikið seg upp millum landsstýrismannin í fíggjarmálum, Jóannes Eidesgaard, og formannin í Kommunusamskipan Føroya, Heðin Mortensen, um innihaldið í ólavsøkupakkanum.
Heðin Mortensen hevur sagt, at ólavsøkupakkin tekur kvørkratak á kommunurnar, men tað avsannar landsstýrimaðurin. Jóannes Eidesgaard segði við útvarpið hjá Kringvarpinum um vikuskiftið, at hann hevði havt fund við bæði kommunufeløgini, og at hvørki teirra hevði nakra viðmerking til ólavsøkupakkan tá. Tí skilti hann ikki atfinningarnar hjá Kommunusamskipanini nú.
Men sambært Heðini Mortensen vóru ongar samráðingar millum fíggjarmálaráðharran og kommunufeløgini um innihaldið í ólavsøkupakkanum, tá partarnir hittust. Landsstýrismaðurin fekk tí eisini at vita, at uppskot hansara hevði ikki undirtøku í Kommunusamskipanini, skrivar Heðin Mortensen í einari viðmerking í dag. Og hann heldur fast um, at talan er um eitt kvørkratak.
-Nú skal ólavsøkupakkin sjálvandi síggjast sum ein samrunnin partur av politikki landsstýrisins annars. Og ólavsøkupakkin, og serliga teir leysu pástandirnir, sum Fíggjarmálaráðið altíð brúkar sum grundgeving mótvegis kommununum, vátta bara enn einaferð, at kvørkratakið um kommunurnar verður hert stig fyri stig, skrivar formaðurin í Kommunusamskipanini í svarinum, sum er at síggja í Sosialinum í dag.