Kommunurnar í Suðuroy leggjast saman við lóg

Høvdu kommunurnar í Suðuroy lagt saman í eina kommunu, hevði oyggin staðið sterkari. Tað ásannaði Bjarni Hammer, løgtingsmaður av Tvøroyri fyri Javnaðarflokkin. Nú Løgtingið viðger fíggjarlógina fyri næsta ár, vísti hann á, at tað stendur nógv verri til í Suðuroy, enn í restini av landinum.

 

Ein orsøk er, at tað ber ikki til hjá suðuroyingum at búgva í Suðuroy og arbeiða í miðstaðarøkinum, eins og tað ber til hjá næstan øllum øðrum føroyingum. Sostatt eru suðuroyingar útihýstir frá einum stórum parti av føroyska arbeiðsmarknaðinum, tí samstundis verða ógvuliga fá almenn arbeiðspláss skipað í Suðuroy. Hinvegin heldur hann, at hetta er ein trupulleiki, nógv fólk rætt og slætt ikki skilja.

 

Partamaður hansara, Heðin Mortensen spurdi um tað ikki hevði verið ein gongd leið at lagt kommunurnar í Suðuroy saman, kanska í tvær kommunur. Hann heldur, at tað hevði styrkt oynna og hann ivast heldur ikki í, at tað hevði gjørt Suðuroy nógv betri føra fyri at røkt eldraøkið, og onnur øki.

 

Eisini Ruth Vang, løgtingskvinna fyri Framsókn spyr, hví Suðuroy skal hava útreiðslur av at hava sjey kommunur, sjey borgarstjórar, sjey kommunalar umsitingar, umframt eina felags umsiting til eldraøkið. Hon ásannar, at tað gevur nøkur størv, men spurningurin er, um tað ikki eisini forðar fyri menning í framtíðini.

 

Bjarni Hammer er samdur í, at ein samanlegging hevði bøtt munandi um støðuna, so tað tekur hann undir við. Hann vísir eisini á, at Tvøroyrar Býráð hevur eisini – tvær ferðir– samtykt at taka undir við samanlegging.

 

Hann ivast ikki í, at suðuroy stendur sterkari sum ein kommuna, men hann ásannar samstundis, at tað er ringt at fáa summar kommunur at taka undir við samanlegging. Men í fyrstu syftu kann ein máti vera, at smærri kommunur leggja saman við størri kommunum.

 

– Annars vænti eg, at loysnin má vera at Løgtingið leggur kommunurnar saman við lóg. Tað verður trupult, men tað hevði gjørt Suðuroynna sterkari, er Bjarni Hammer sannførdur um.