Jógvan á Lakjuni hevur lagt ein frágreiðing um mentanarstuðul fyri løgtingið at hava aðalorðaskifti um.
Orsøkin er, at stuðulsøkið er ikki nóg greitt skipað, og landsstýrismaðurin vil tí hoyra sjónarmiðini hjá løgtinginum um hetta. Tað skal síðani brúkast sum grundarlag fyri at gera lógaruppskot.
Eitt av sjónarmiðunum hjá landsstýrismanninum er, at kommunurnar skulu taka størri ábyrgd av mentanartiltøkum.
? Tað er eyðsæð, at lækkar landskassastuðulin, samstundis sum verandi virksemi á økjunum annars skal varðveitast, skal kommunali parturin hækka samsvarandi, ella aðrar inntøkukeldur fáast til vega, stendur at lesa í frágreiðingini hjá landsstýrismanninum.
Víðari verður sagt:
? Mentamálaráðið metir, at tíðin er búgvin at umhugsa, hvørt tað ikki er skilabest, at kommunurnar átaka sær størri fíggjarliga ábyrgd av tí mentanartilboði, sum stendur borgaranum í lokalsamfelagnum í boði.