Kommunurnar mugu standa saman

Á aðalfundinum hjá KSF segði Heðin Mortensen, at kommunalpolitiska samstarvið eigur at styrkjast Kommunurnar mugu standa saman

Á aðalfundinum hjá KSF segði Heðin Mortensen, at kommunalpolitiska samstarvið eigur at styrkjast.

Í frágreiðing sínari til aðalfundin 28. mars, nam Heðin Mortensen, stýrisformaður, við samráðingarnar við Føroya Kommunufelag um at savna allar kommunur í ein kommunufelagsskap. Hann segði, at tíðin er komin til at styrkja tað felags kommunalpolitiska arbeiðið, og skulu vit skipa eitt betri og greiðari samfelag, er neyðugt við sterkum felagskommunalum stevi í samskiftinum við landsmyndugleikarnar.

Heðin Mortensen eftirlýsti eisini greiðari ætlanum frá landsstýrinum um uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum land og kommunur. Trupulleikarnir á eitt nú skúlaøkinum og eldrarøktarøkinum eru nú vorðnir so stórir og grundleggjandi, at tað er alneyðugt við samráðingum um at skipa samfelagið betri og greiðari.

KSF hevur greiða ætlan um útlegging av uppgávum til kommunurnar at umsita, men Heðin Mortensen staðfesti, at í landsstýrinum er ikki semja um, hvønn leiklut kommunurnar yvirhøvur skulu hava, og tí velur landsstýrið einki at gera.

Á aðalfundinum vóru eisini tveir gestarøðarar. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í mentamálum, legði fram ætlanir landsstýrisins á skúlaøkinum, og Magnus Tausen, formaður Føroya Lærarafelags, hugleiddi um leiklutin hjá kommununum í sambandi við fólkaskúlan.