Tær níggju kommunurnar í Kommunusamskipan Føroya, royna nú beinleiðis at hótta Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, at taka nýggju kunngerðina um røktarheim og sambýli, aftur
Bakkar Annika Olsen, ikki, fara, fara kommunurnar miðvíst undir at niðurleggja allar uppgávur, sum kommunurnar í dag átaka sær á eldraøkinum, gera tær púrta greitt í dag.
Talan er um umstríddu kunngerðina um at hvørt av teimum seks økinum í eldrarøktini skulu hava eina felags upptøkunevnd, so at tað vera tey, sum hava mest brúk fyri tí, sum sleppa inn á røktarheim og sambýli, sama, hvør kommuna hevur goldið og eigur heimini.
Tó skulu fólk í eigarakommunum hava framíhjárætt.
Stýrið í Kommunusamskipan Føroya hevur á fundi í dag viðgjørt støðuna á eldraøkinum.
- Kommunusamskipan Føroya krevur, at kunngerðin ikki verður sett í verk tann 1. september 2013, sum ætlað.
- Kommunusamskipan Føroya metir ikki, at kunngerðin er nakar bati fyri okkara eldri borgarar. Kunngerðin loysir í veruleikanum ongar trupulleikar, heldur hinvegin skapar hon ónøgd og ótryggleika, ið elvir til ósemjur kommunurnar ímillum, og í síðsta enda tænir hetta ongum, heldur ikki okkara eldru.
- Tekur landsstýriskvinnan ikki hesa áheitan til eftirtektar, fara kommunurnar miðvíst undir at niðurleggja allar uppgávur, sum kommunurnar í dag átaka sær á eldraøkinum, siga tær níggju kommunurnar í KSF.
Tað, kommunurnar hugsa um, er at halda upp at at gjalda fyri náttarvaktir á sambýlum, ógreitt, er, hvussu nógv tað kostar, men talan er um eina tveysiffraða millliónaupphædd










