Kommunurnar hava fingið nógv meiri í kassan

Men tað gongur heldur verri hjá landskassanum

 

Higartil í ár hava kommunurnar fingið nógv meiri inn í skatti, enn tær fingu í fjør.

Ein uppgerð, Taks hevur gjørt, vísir, at fyrstu fýra mánaðirnar í ár, hava kommunurnar fingið slakr 540,2 milliónir krónur inn í skatti. Og tað eru 31,4 milliónir, ella 6,17 prosent meiri enn tær fingu í sama tíðarskeiði í fjør.

 

At kalla allar kommunurnar hava fingið meiri enn í skatti í ár. Tað eru bara onkrar av teimum smáu kommununum, sum ikki halda skansan, tann størsta av teimum man vera Eiði, har afturgongdin er 0,82 prosent. Higartil í ár hevur Eiðis kommuna fingið 6,2 milliónir krónur inn skatti og tað eru góðar 51.000 krónur minni enn í sama tíðarskeiði í fjør.

Hini plássini, sum hava fingið minni inn í skatti, eru Fámjin, Hov og Húsar.

 

Av teimum størru kommununum kann nevnast, at framgongdin í Vági er 10,27 prosent, í Hvalba er hon 18,18 prosent, í Sunda Kommunu er framgongdin 13,19 prosent, í Runavík, 9,14 prosent og í Klaksvík er framgongdin 7,14 prosent.

 

Her skal kortini viðmerkjast, at fleiri kommunur hava lækkað skattin í ár, eitt nú hevur Eiðis Kommuna lækkað skattin heili tvey prosent, og tað ávirkar sjálvandi úrslitið nógv.

 

Hinvegin gongur eitt sindur strilti hjá landinum, tíu higartil í ár, hevur landið fingið 463,5 milliónir inn í skatti, men tað eru 9,3 milliónir, ella 1,96 prosent minni enn í fjør.