Kommunurnar høvdu 169 milliónir í halli

Fíggjarmálaráðið upplýsir í dag, at føroysku kommurnar høvdu 169 milliónir krónur í halli í fjør. Í 2008 var hallið tvífalt so stórt, men hallið verður væntandi gott og væl 90 milliónir krónur í ár.

Tað kostaði eina milliard og góðar 70 milliónir krónur at reka kommunurnar í fjør. Kommurnar gjørdu íløgur fyri 380 milliónir og rindaðu 45 milliónir í rentum.

Fíggjarmálaráðið skrivar, at størsta undirskotið er í kommunum, sum skylda minst, tí tær fáa lán. Aðrar kommunur, sum skylda meira enn eina skattaálíkning, sleppa ikki at læna pengar uttan víðari.

Fíggjarmálaráðið setti treytir til fíggjarstýringina í Klaksvíkar kommunu, Tvøroyrar kommunu og Sands kommunu fyri tveimum árum síðan. Hesar kommurnar høvdu stóra fíggjarliga framgongd í fjør.