Kommunurnar gera sum landið

Fáa tey, sum arbeiða hjá landinum, ikki ta sáttmálabundnu lønarhækkingina í heyst, fáa starvsfólkini hjá kommununum heldur ikki nakra hækking Tað sigur Heðin Mortesen, formaður í arbeiðsgevarafelagnum hjá kommununum, við útvarpið hjá Kringvarpinum.

Elfelagsskapurin SEV hevur sáttmála við millum annað Starvsmannafelagið, og Hákun Djurhuus, stjóri, sigur, at tey hava als ikki viðgjørt spurningin um at útseta ella strika lønarhækkingina. Hann sigur, at Fíggjarmálaráðið hevur eftirlit við lønarlagnum hjá SEV og skal góðkenna tað.

-Gevur Fíggjarmálaráðið SEV boð um, at lønin skal ikki hækka 1.oktober, noyðist SEV at gera eftir teimum boðunum, sigur SEV-stjórin við Kringvarpið.