Kommunurnar fingu 3,2 milliónir meiri í skatti

Tær 30 føroysku kommunurnar fingu tilsamans góðar 3,2 milliónir meiri inn í skatti í januar í ár, enn tær fingu í januar í fjør.

Tað vísir ein uppgerð hjá TAKS yvir skattainntøkurnar hjá kommununum hendan fyrsta mánaðin við eini flatari skattaskipan.

Sostatt royndist úrslitið nakað frægari enn úrslitið hjá landskassanum, ið fekk nokk so fitt minni inn í skatti, sum ein grein longur niðri á Portalinum vísur.

Uppgerðin hjá Taks vísur, at januar í ár fingu kommunurnar tilsamans 108,4 milliónir inn í skatti, aftur ímóti 105,2 milliónir í januar í fjør.

Tað er ein vøkstur upp á 3,05% .

Tað er ymisk, hvussu januar vignaðist hjá teimum ymsu kommununum.

Hjá teimum stóru og miðalstóru kommununum, eru ikki stórar broytingar. Tórshavnar Kommuna kann vísa á ein vøkstur upp á 3,6%, Klaksvík hevur eina minking upp á 0,65%, men í Fuglafirði er vøksturin 9,77%. Hinvegin er talan um eina minking upp á 4,76% í grannakommununi, Eysturkommunu. Ì eini aðrari grannakommunu, Runavík, er vøksturin 8,02%. Við Sjógv og í Vestmanna er vøksturin yvir 6%.

Hinvegin eru rættiliga stórar broytingar í nógvum smáu kommunum. Prísin bera Fugloyar Kommuna, har afturgongdin er heili 52,77% og í Skúvoy, sum fekk 32,57% meiri inn í skatti í januar í ár, afturímóti januar í fjør.